Gleðilega hátíð
Ævintýrið byrjar sum Ævintýr flest: Einaferð var tað ein lítil skraddari, sum seymaði alt tað, hann var mentur. Av og á beit hann í sítt leskiliga súrepli, men søti angin dró eisini flugurnar at sær, og áðrenn langt um leingi, flugu nógvar flugur rundan um skraddaran, og summar settu seg eisini á súreplið. Hann tók ein klodda og langaði til súreplið, og sjey flugur lógu deyðar. Hann gjørdi nú av at seyma sær eitt belti, og við stórum stavum skrivaði hann í beltið: SJEY Í EINUM SLAGI. So fór skraddarin út í verðina at vísa, hvør dugur var í honum. Beltið hevði hann við sær.
Sjálvandi gongst honum ævintýrliga væl, men henda útgávan er sermerkt, tí myndirnar eru framúr. Sonn listaverk, sum hjúnini Dugina og Dugin í fleiri ár hava arbeitt við.
HIN DJARVI LÍTLI SKRADDARIN er 26 síður, innbundin, og hon kostar kr. 95,-.
Engin ummæli:
Skrifa ummæli